Total: 0,00 DDK

Um okkum

Skalkur.fo

Í 1998 lat Lars Müller handilin Skálk upp. Gjøgnum árini hava við fingið nógvar royndir og hava ment okkum til eitt samtak, ið telur sjey handlar í Havn, ein í Runavík og hendan e-handilin, ið er um allar Føroyar.
Í 2005 tóku vit avgerð um at víðka virksemið frá einum handli til eitt samtak. Vit keyptu handilin við Ítróttarklæðum í SMS, Sportigan, umframt at vit lótu vit handil við barnaklæðum upp. Tað er handilin Name-It, ið er partur av Bestseller ketuni í Danmark.
Hetta árið víðkaðu vit somuleiðis virksemið við at lata upp handlarnar Gellan og Jack and Jones. Gellan selur klæði til kvinnur og Jack and Jones til menn. Jack and Jones er eins og Name it partur av Bestseller í Danmark.
Í 2006 fingu vit avtalu við donsku klædnaketuna Tøjexperten, og lótu handilin Klædnakøni upp. Stutt eftir at vit lótu upp bleiv ketan seld, og vit vóru noydd at finna aðra loysn. Handlin varð broyttur til Skálkur Man, har vit bjóða merki so sum Hugo Boss, Sand, Eton o.s.v.
Í 2013 víðkaðu vit aftur samtakið og keyptu Inspiration. Her var fyri fyrstu ferð talan um ein handil, ið ikki var klædnahandil. Nú kundu vit eisini bjóða nógv annað til húsarhaldið.
Fyri at gera tað so lætt sum gjørligt at brúka okkara tænastur, hava vit latið hendan e-handilin upp. Her hevur tú møguleika at keypa í okkara handlum á einum stað. Vit stremba eftir at fáa báðar Bestseller handlarnar hjá okkum við í e-handilin í september. Tá verður møguleiki at keypa barnaklæði og klæði frá Jack & Jones eisini.

Vit ynskja at vera eitt samtak í støðugari menning, tó altíð við skili, so vit tryggja at vit megna uppgávuna.
Vit royna altíð at hava so gott og breitt úrval sum gjørligt. Hetta kemur til sjóndar í hesum handli, har tit fáa beinleiðis atgongd til alla okkara vørugoymslu á alnótini.
Hesin handil er einki undantak, og tí hava vit arbeitt leingi við at gera hann so lættan og góðan hjá tær at vitja, sum tilber. Ein e-handil er eins og aðrir handlar í støðugari menning, og hesa menning gleða vit okkum til.

Vælkomin á skalkur.fo

V-tal: 569682

 

Bíða eitt bil ...